JN

Tveir bátar bóðu um hjálp

...

2016-03-02 12:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í góðveðrinum í gjár, vórðu nógvir bátar úti og stimaðu, men tað vórðu ikki allir ið kláraðu inn aftur at bryggju við egnari kraft. Tveir bátar fingu nemliga motorsteðg.

Báðir bátarnir ið fingu motorsteðg vóru staddir í Nólsoyðarfirði. Fyrri báturin ið mátti fáa hjálp, fekk ein bát sum var tætt við, at sleipa seg innaftur. Seinni báturin ið fekk motorsteðg, fekk bjargingarbátin Tór at koma eftir sær, upplýsir MRCC Tórshavn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder