Mentan

Tvær minnisløtur

...

2014-09-08 20:41 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í seinastu viku vóru tveir serstakir 100-ára merkisdagar: 31. juli vóru liðin 100 ár síðan Petur W. Háberg varð føddur, og 4. september vóru 100 ár liðin síðan William Gibson Sloan fór heim til Harran.

Í Ebenezer vóru minnisløtur fyri báðum hesum merkismonnum, sum hvør í sínum lagi høvdu so stórt árin á føroyska samfelagið.

Evangeliska Røddin, sum er stovnur við tilknýti til brøðrasamkomurnar, hevur síðan 1966 varpað út sama evangeliska- og læruboðskap sum Gamli Sloan og Petur Háberg boðaðu.
Boðskapurin hevur ljóðað frá Trans World Radio í Monte Carlo, í ymiskum útvørpum og nú, tvey kvøld um vikuna á Rás2.
Aftur at útvarpssendingunum hevur Evangeliska Røddin nýliga útvegað sær sjónvarpsútgerð, har dentur verður lagdur á netvarping.
Á heimasíðuni evr.fo, er nýtt at frætta nærum hvønn dag. Har liggur eisini netvarpingin. Bæði minniskvøldini kunnu síggjast á evr.fo, undir "netvarp".

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder