Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur í morgun verið á fundi við danska fíggjarmálaráðharran, Claus Hjort Frederiksen. Á skránni var danska fíggjarlógin, sum skal endaliga samtykkjast fyri jól.
Sjúrður Skaale gjørdi í fjør avtalu um, at FarGen skuldi hava 10 milliónir. Men tað bar ikki til at fáa alla játtanina uppá pláss í fjør. Avtalan við sosialdemokratiska fíggjarmálaráðharran var tí, at átta milliónir skuldu játtast í 2015, og tvær í 2016.
Nú er ein nýggj donsk stjórn ??? og eitt av endamálunum við dagsins fundi var at tryggja, at írestandi pengarnir verða játtaðir sum ætlað.
Tað verða teir.
Endurgjald
Í farna valskeiði gjørdi Javnaðarflokkurin eisini semju við donsku stjórnina um at broyta sosiallóggávuna soleiðis, at føroyingar í Danmark aftur fingu rættin til ávísar sosialar veitingar (m.a. ???børne- og ungdomsydelse???), sum teir høvdu mist í 2012.
Hetta bleiv broytt við lóg í 2014 og síðani hava føroyingar og grønlendingar kunnað fingið endurgoldið mistan barnapening í 2012. Núverandi stjórnin væntar, at at teir føroyingar (og teir grønlendingar), sum mistu veitingarnar í 2012, fáa tilsamans eini 3,6 mió. kr. í endurgjaldi.
Fongsul og politistøð í FøroyumÁ fundinum bleiv eisini tosað um framtíðina, og har minti Sjúrður Skaale enn einaferð á, at Stjórnin hevur skyldu til at syrgja fyri, at fongsulsviðurskiftini í Føroyum verða nøktandi.
Fólkatingsmaðurin hvørki krevur ella væntar, at henda stóra íløga kemur á fíggjarlógina beinanvegin. Trupulleikin er, at hetta als ikki eitt mál í skipanini sum er. Tí er endamálið í fyrstu atløgu bara at gera vart við trupulleikan, soleiðis at henda íløga gerst partur av langtíðarraðfestingunum.
Hetta sama ger seg galdandi í spurningum ein eina nýggja løgreglustøð í Føroyum.
Fíggjarmálaráðharrin var positivt sinnaður, og ásannaði, at Danmark hevur ábyrgdina av at syrgja fyri, at støðið er nøktandi á teimum økjum í Føroyum, sum eru undir donskum ræði. Avrátt varð tí, at dialogurin um hetta heldur fram, til ein nøktandi loysn er funnin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald