JN

Tvær ferðir boð eftir bjargingartyrluni

...

2018-04-29 07:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Tvær ferðir seinasta døgnið hevur tað verið boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways.

Í gjár klokkan 9:20 fekk MRCC eina fráboðan um, at ein maður var blivin sjúkur umborð á einum russiskum trolara í føroyskum sjógvi, tyrlan fór eftir manninum, sum var umborð á Kapitan Sulimov, skipið var 100 fj. suður úr Føroyum. Tveir tímar seinni lendi tyrlan við Landssjúkrahúsið, og maðurin var fingin undir læknahond.

Aftur í morgun vóru boð eftir tyrluni, boðini komu klokkan 06:30, at neyðugt var at fáa ein persón av Suðuroynni og norð á Landssjúkrahúsið. Beint eftir klokkan 7 lendi tyrlan í Froðba, og fór síðani víðari til havnar við persóninum. Har hon lendi beint áðrenn klokkan 8.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder