Vinna

Tuugalik fiskaði fyri 30 milliónir í 22 dagar

...

2015-10-20 19:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Grønlendski frystitrolarin Tuugalik hevur gjørt ein roktúr eftir svartkalva í Vestur-Grønlandi. Tuugalik skal landa veiðuna í Asiat í morgin, teir hava 703 tons av svartkalva, sum verður selt fyri uml. kr. 30 milliónir.

Tað eru 24 mans við Tuugalik, skipari er Regin Hendriksen úr Sandavági.

Vit tosaðu við Regin fyrr í dag, hann segði, at hesin svartkalvatúrurin var nr. 9 í ár, teir vóru eisini á makrelveiðu í summar, men tá kom einki burturúr.

19. november skifta teir manning, tá verður Pauli Justinussen av Skála skipari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder