Í morgun er eingin stertur boðin út á Fiskamarknaðinum - soleiðis metti FMF.fo um hesa vikuna:
Samandráttur:Línuskip: Tey flestu ísfiskalínuskipini eru til fiskiskap undir Føroyum. Vit vanta at fleiri koma inn fyrst í vikuni og so nøkur miðskeiðis í vikuni, tí tá er streymurin í hæddini. Skipini fáa mest av toski og hýsu, tó fær onkur meir av brosmu og longu. Fiskaríið er brúkiligt. Frystilínuskipini eru øll við Flemish Kap.
??tróður: Streymurin harðnar út á vikuna og veðri verður heldur ikki av tí besta. Tí vantað vit lítið av útróðri hesa vikuna.
Djúpvatnstrolarar: Trýggjir fiska svartkalva, men eru nýliga byrjaðir túr. Tí er ikki vantandi at teir koma inn fyrr enn síðst vikuni.
Partrolarar: Vit vantað at eitt par landar mánadagin og so nøkur pør seinni í vikuni. Fiskaríið er framvegis smáligt.
Trolbátar: Tríggjir trolbátar fiska havtasku og tveir fiska tosk og hýsu. Fiskaríið er so nøkurlunda. Helst landa teir miðskeiðis í vikuni.
Garnaskip: Tveir fiska svartkalva og koma helst at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald