Vinna

Turt gólv á Fiskamarknaðinum

...

2015-01-27 21:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eingin fiskur er boðin út á Fiskamarknaðinum í dag, nógv skip eru úti, men tey hava royn so stutt enn.

Sí metingina fyri hesa vikuna.

Samandráttur:Línuskip: Trý línuskip eru undir Føroyum og koma allir at landa mánadagin. Tey hava mest av toski og hýsu. Eitt av línuskipunum hevur tó nakað av longu og brosmu. Fýra línuskip eru á Flemish Kap og fiska tosk. Trý frysta umborð, meðan tað fjórða ísar fiskin. Helst kemur tað at landa fyrst í aðru viku. Vantandi fara nøkur línuskip út um vikuskiftið.

??tróður. Streymurin verður góður, men veðri verður ikki av tí besta , so tí verður nokk ikki so nógv av útróðri.

Djúpvatnstrolarar: Vit vantað tveir koma inn mánadagin við upsa. Ein fiskar svartkalva og frystur umborð. Restin av djúpvatnstrolarunum liggja við bryggju, men helst fer onkur út um vikuskiftið.

Partrolarar: Partrolarnir landa sum vikan líður. Fiskaríið er smáligt eftir upsa, men teir fáa nakað av hvítum fiski sum hjáveiðu.

Trolbátar: Tríggjir trolbátar koma at landa mánadagin. Teir hava mest av havtasku og so nakað av toski, hýsu og longu sum hjáveiða.

Garnaskip: Tað eru 2 garnaskip á svartkalvaveiðu. Tey landa síðst í vikuni. Fiskaríið er heldur fragari nú.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder