Ítróttur

Turið: Vit høvdu eina sera stinna verju

...

2015-01-25 04:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir dystin millum Kyndil og VB, hittu vit Turið A. Samuelsen úr Kyndli.

Fyrst spurdu vit hana, hvat ið tað var, sum gjørdi at tær vunnu í dag.

Sí myndir frá dystinum her.

- Vit høvdu eina sera stinna verju gjøgnum allan dystin. Í fyrra hálvleiki vóru vit ikki nóg neyvar framman fyri málinum, men tað fingu vit rættað í seinna hálvleiki.

Vit spurdu eisini Turið, um tær skulu broyta nakað til seinna semifinaludystin.

- Vit mugu duga at loysa uppgávuna, tá ið tær fara út at mansverja okkara vinstrabakk, sum í dag var Anna. Vit mugu eisini venja eitt sindur álopspartin.

Les eisini: Una: Vit vóru sera óheldigar í álopinum.

Til seinast spurdu vit hana, hvat tað hevði at siga til seinnu hálvfinaludystin, at Gintare kláraði at skora uppá tríggjarmetrakast, eftir at tíðin far farin.

- Eg veit ikki orduliga, hvussu nógv tað hevur at siga, men sjálvandi er tað betri at vinna dystin við tveimum enn einum máli, tí eitt mál er ikki serliga nógv, men vit vunnu dystin og eru tí omanfyri enn, segði Turið í stuttari viðmerking til JN.fo - beint eftir fyrru hálvfinaludystin í dag.

Les meira um dystin her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder