2016-02-23 04:05
Á kunningarfundinum í Tofta skúla seinasta fríggjakvøld var greitt frá, at tunnilsmunnin á eystara armi á Skálafjørðinum verður í Saltnesi.
Sjálvur portalurin verður í Rókini í Saltnesi, beint á markinum millum Nes og Runavíkar kommunur. Sum tað sæst á myndini, verður nógv grót fylt út frammanfyri tunnilsmunnan, har íbindingarvegur, rundkoyring og tilbúgvingarøkið verður gjørt, tað skrivar Nes kommuna á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald