Politikkur

Tunnilsmálið jólatrøll í rættarnevndini

....

2013-11-08 15:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Freistin er longd til 4. februar, og nevndin ger einki, so leingi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, arbeiðir við málinum.

Tunnilsmálið verður jólatrøll í løgtingsins rættarnevnd.

Nevndin hevur nú fingið freistina longda til 4. februar, upplýsir Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.

Ger einki við málið

Rættarnevndin ger einki við tunnilsuppskotini, so leingi Jørgen Niclasen, sum nú er landsstýrismaður í tunnilsmálum, roynir at finna semju um, hvussu tunnilsmálið skal loysast. Nevndin n hevur havt fimm uppskot um undirsjóvartunnil millum Eysturoynna og Streymoynna síðani 6.august, tá fyrsta viðgerð var í tinginum.

Stígur í

Men nevndin var ikki liðug við málini, tá stígur kom í ætlanina hjá Innlendismálaráðnum og Copenhagen Infrastructure Partners um Eysturoyartunnilin. Fíggjarnevndin hevur eisini tvey tunnilsuppskot. Fíggjarnevndin hevur ikki biðið um at fáa longda freist, tað skrivar kvf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder