Politikkur

Tunnilsgjaldið er kappingaravlagandi

...

2021-10-26 21:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í síðstu viku legði Landsverk eina kanning fram hvat tað kostar at gera ein tunnil til Suðuroyar. Tann eini fíggingarhátturin til tunnilin var, at allir tunlar blivu koyrdir í ein pott, og har skulu øll gjalda 70 kr hvønn vegin fyri at brúka tunlarnar.

Tað hevur fingið gongd á prátið um tunnilsgjøld, m.a. hava nøkur lokal feløg hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum verið úti við einum felagskrivi, har tey heita á at fáa tunnilsgjaldið avtikið.

Tunnilsgjaldið er kappingaravlagandi

Um ein bátur skal hivast í Vestmanna, ringja tey til Kollafjarðar ella til Havnar, tí kranabilurin í Vágum krevur tunnilsgjald fyri at koma til Vestmanna.Eitt less av skervi úr Hundsarabotni kostar eitt tunnilsgjald meira at koyra vestur í Vágar enn at koyra til Vestmanna.

Flutningsvinnan í Vágum hevur m.a. ikki somu treytir at kappast á í mun til tey á Streymoynni, tí vit hava eitt tunnilsgjald at gjalda.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, segði við útvarpið í dag, at samferðslubólkurin hjá samgonguni skal á fund í morgin, har tey m.a. skulu viðgera spurningin um tunnilsgjøld.

Sum formaður í Vinnu- og havnanevndini hjá Vága kommunu, vil eg heita á samferðslubólkin hjá samgonguni at finna eina loysn, tí tunnilsgjaldið er kappingaravlagandi fyri vinnuna í Vágum.

Suðuroyartunnilin

Ein tunnil til Suðuroyar kemur at kosta 6 milliardir, tað er eingin meining at gjalda so nógvar pengar við tunnilsgjøldum, har má landskassin gjalda næstan alt, um Suðuroyartunnilin skal byggjast.

Jóanis Albert Nielsen 

Formaður í Vinnu- og havnanevndini hjá Vága kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder