Vinna

Tunnil, vegaføring og framtíðar visiónir

...

2017-02-26 15:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Magnus Hansen skrivar á Facebook:Um eini trý ár verður tunnilin millum Eysturoynna og Hvítanes tikin í nýtslu. Ivaleyst ein íløga, sum er góð fyri nógv, ikki minst fyri tey norðanfjørðs. Heldur minni áhugaverd fyri okkum, ið búgva og virka í høvuðsstaðarøkinum og ikki so ofta eru norðanfyri, men tunnilsarbeiðið er byrjað og so er at vera fyrireikaður í Havnini, tá latið verður upp.


Síðanmitt í 80-unum hevur Tórshavnar býráð verið fastløst í eini vegaætlan, ið kom frá verkfrøðingi, ið tá arbeiddi hjá Landsverkfrøðinginum. Hóast býurin er nærum tvífaldaður síðan tá, og byggilendið, ið eftir er liggur í eini hædd, har til ber at fáa nøkulunda veðurfrøðilig livilíkindi, er avmarkað, tykist tað løgið, at Tórshavnar kommuna ikki hyggur longur inn í framtíðina enn til 2020.

Ein semja varð gjørd millum fráfarandi býráð og landsstýrið um nýggjan innkomuveg. Henda semjan byggir partvís á linjuføringin frá 80-num og nøktar tí neyvan tørvin, ið er í dag og als ikki tørvin, ið verður, tá tunnilin er latin upp.

Eitt, sum mærvitandi ikki hevur verið frammi í kjakinum, er talið á akførum úr Eysturoynni og Norðoyggjum gjøgnum tunnilin í mun til talið á akførum, ið koma úr Norðstreymi og Vágunum.

Ein meting er, at umleið 60% av teimum, sum eftir 2020 koyra til og úr Havnini, fara at nýta tunnilin. Hini 40% fara at nýta Oyggjarvegin. (kanska er talið nærri 50/50 heldur enn 60/40. Neyv hagtøl eru ikki tøk, ambært LV).

So er spurningurin, um hædd er tikin fyri hesum veruleika ella ikki. Eg meini ikki, at so er.

Henda semjan, ið sambært linjuføringini, ber við sær, at ein býarvegur (kanska er talan um ytra ringveg) liggur javnfjarður frá landsvegun úr tunnilsmunnanum. Talan er um eitt strekki á umleið 3 km fyri landsvegin og nakað minni fyri býarvegin. Tá til- og frákoyringar eru tiknar við er talan um ein geira av lendi í Hoyvíkshaganum, ið svarar til onkustaðni millum 500 og 800 vanlig grundstykki á 500 m².

Er talan um eina góða loysn? Og er neyðugt at leggja ein landsveg mitt gjøgnum einasta líkinda útstykkingarøkið niðanfyri 200 m hædd ið enn er tókt? Ein landsveg, ið beinleiðis kvettir Hoyvíks-/á Vatnaskørðum av um tvøran og samstyndis beinir fyri 500-800 grundstykkjum?
Eg meini ikki, og meini avgjørt, at vegaføringini eigur at verða umhugsað av nýggjum, omgantíð ov skjótt.

Nýggja býráðið hevur lagt fram sermerkt og partvís spennandi uppskot um tunnil av Hvítanesi yvir í Krákugjógv, men spurningurin er, hvat fæst fyri hesar 240 mill., ið teir áleið 3 km, sambært greinini í fjølmiðlunum, fara at kosta. Siga vit, at landsvegur kostar 20000 fyri m, fáast 12 km av vegi fyri somu upphædd.

Á viðfestu skitsu (grundkortið lænt frá kortal.fo) er ein alternativ loysn, ið beinleiðis er tengd at býtinum av ferðsluni inn í høvuðsstaðin hvønn morgun. Also er útgangsstøðið býti 60/40% úr ávikavist Eysturoynni/Norðoyggjum og Norðstreymoy/Vágunum. Hvast skal eisini í huga, at tey knappliga 300.000 ferðafólkini, ið árliga nýta flogvøllin í Vágunum neyvan fara at nýta undirsjóvartunnilin.

Talan er í uppskotinum um ein ???ytsta??? ringveg -also landsveg- av Sundi í Oyggjarvegin við Krákugjógv. Harafturat er talan um ein veg úr verandi Kaldbaksvegi gjøgnum gilið millum Sandvíkarhjálla og Skarðshjalla, ið verður bundin í vegin (frá 80-umum), sum harvið kemur í nýtslu sum býarvegur ??? og ikki landsvegur.

Við atliti til vegareglur, sum LV nýtir um íbindingar í landsvegir, ber væl til, sum skitsan eisini vísir, at binda í nýggja bústaðarøkið á Vatnaskørðum, uttan at bróta tær reglurnar.
Hin vegurin, úr Kaldbaksvegnum gjøgnum gilið millum Sandvíkarhjálla og Skarðshjalla og yvir í Villingardalsvegin, gerst tá fordeilingsvegur til verandi vegir, sum eru Klingran, Flatarvegur, Sundsvegur, Vllingardalsvegur og Marknagilsvegur. Harafturat gerst hann eisini fordeilingsvegur til nýggja íbúðarøkið í Flatnahaga.

Fyrimunirnir eru fleiri við hesari loysnini, vildi eg mett:

1: Ytri ringvegurin ger som nyttu sum ein tunnil og endar í sama stað, sum tunnilin.
2.: Ytri ringvegurin verður partur av atkomu til tað byggilendið, ið enn er eftir á Vatnaskørðum niðanfyri 200 m hædd.
3.: Vegurin millum Inni á Gøtu og Villingardalsvegin fer at verða nýttur eftir ætlan.
4.: Og ikki minst, at munandi meira fæst fyri peningin.

Trupulleikin við uppskotinum um tunnil undir Havnini, sum eg síggi hann er, at hann einans kann brúkast til at fáa ferðsluna úr A til B, av Hvítanesi yvir í Krákugjógv, fyri síðan at senda ferðsluna norður aftur eftir verandi vegum til arbeiðspláss, stovnar, skúlar v.m.. Tunnilin fer ikki á nakran hátt at diffirentiera ferðsluna, við tað, at stór partur av ferðsluni -eftir at hava koyrt norðanífrá gjøgnum tunnilin,- skal út á verandi vegir fyri at koma inn í býin, nú bara øvugtan veg.

Ein staðfesting, ið vit neyvan kunnu verða ósamd um er, at rundkoyringarnar í býnum eru ov fáar og, ikki minst, ov smáar.

?? mínum uppskoti havi eg mett um hvar verandi rundkoyringar eiga at verða útbygdar og hvar nýggjar eiga at verða gjørdar. Hesi støð eru frámerkt við gulum cirklum. Og sum eisini sæst á skitsuni, eru fleiri rundkoyringar eisini á Vatnaskørðum. Havi eisini loyvt mær, so frætt, sum kortið frá kortal.fo kann virka sum grundarlag, eisini at leggja út øki til býlingar og vegaføringar til hesar. Brúnligi økisliturin er bóndagarðurin á Vatnaskørðum. Grøni og violetti liturin er íbúðarøki. Viloletti hugsaður sum øki til alternativa bygging lík Randarhúsunum Inni á Gøtu.

Sigast skal, at uppleggið til býarskipan er sera yvirorðnað og at mesta tíðin er brúka til royndina at skapa eina skilagóða vegaføring, ið tekur atlit til framtíðina eini 50 ár frameftir.

Flatnahagi er áleið 3 km³ í vídd. Verða 20% av hesum øki brúkt til vegir og frílendi í framhaldi av uppruna ???fingra???-býarskipanarætlanini, ið kom við Almennu býarskipanini fyri Tórshavnar kommunu í 1972 -ein framskygd ætlan, ið Gunnar Hoydal stóð fyri- er útbyggingin av okkara høvuðsstaði, tá talan er um norðurpartin, tryggjaður í 40-50 ár fram. Og ikki at gloyma, at pláss verður fyri 6000 vanligum grundstykkjum eisini. Sum so eisini merkir, at um bygt verður tættari og hægri, kunnu eini 20.000 fólk búgva á Vatnaskørðum uttan trupulleikar. Ikki at forsmáa, vildi eg mett.

Hetta innleggið er ætlað sum eitt íkast til kjakið um ferðsluna í Havnini, sum longu er ótolandi ávís tíðarskeið á degnum, og sum uttan iva fer at gerast munandi meira ótolandi eftir, at tunnilin er latin upp. Í ringasta føri verður allur ovari partur av býnum ein stórur ferðsluproppur millum kl. 07 og 08 á morgni og millum kl. 16 og 17 seinnapart frá mánadegi til fríggjadag eftir 2020 um ikki nakað munagott verður gjørt við veganetið áðrenn.

Vónandi taka havnarborgarar væl ímóti hesum eins og býráðspolitikarar okkara eisini fara at endurskoða verandi vegaætlan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder