Trætan kann loysast skilagott!
Nú ber til at loysa naggatódnina um bummgjaldið við einum framburðsloysn fyri Vágar og føroyska veganetið.
Loysnin er nýggjur tunnil Fútaklettur-Vatnsoyrar, ið loysir 4 trupuleikar sum vit hava at dragast við:
1. Ferðslan í tætt bygdum øki í Miðvági.
2. Ferðslan við skúlaøkið á Giljanesi
3. Ferðslan í tætt bygdum øki í Sandavági.
4. Vandamikla og dýra farleiðin um Hálsin.
Nýggi tunnilin styttir farleiðina av flogvøllinum til Fútaklett umleið 7-8 km., svarandi til 12-15 min., umframt bit og slit; og munandi betur trygd.
Virðið í hesum sparingum er fleiri 100-tals milliónir, sæð yvir 50 ár.
Nýggi tunnilin kann fíggjast við verandi bummgjaldi í Vágatunlinum.
Tíbetur varð Vágatunnilin ikki gjørdur til Sandavágs. Tað hevði verið skilaleyst, tí at tað bara hevði loyst ein av fýra trupuleikunum.
Tá ið avgerðin at gera Vágatunnilin varð tikin, og at hann skuldi koma upp í Leynum, vóru fólk framskygd - lat okkum eisini nú síggja frameftir og upp um trætumálið um bummgjaldið.
Við samferðslukvøðu
Dánjal Poulsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald