2017-09-19 19:39

Í løtuni landar grønlendski báturin Tuneq 250 tons av makreli til Faroe Pelagos í Kollafirði, teir verða liðnir at landa í nátt.
Borgarin er eisini á Kollafirði, teir sleppa framat tá ið Tuneq er liðugur at landa. Borgarin hevur 850 tons av makreli.
Í Kollafirði hevur verið nógv at gjørt nú makrelfiskiskapurin hevur verið í hæddini, teir rokna við nógvum arbeiði í heyst og í vetur á Faroe Pelagic.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald