Vinna

Tummas T: Vit royna eftir makreli, men fáa líka nógv av sild

...

2013-07-26 14:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tummas T landar á Tvøroyri, teir hava 825 tonsum, harav umleið 450 tons eru makrelur og 375 tons sild. Hendan túrin hava skipini roynt á leiðini 63,11 stig norður og 011,52 stig vestur.

Í seinastuni hevur oftast størri parturin verið sild, sjálvt um roynt verður eftir makreli. Makrelurin og sildin eru á sama øki, og hevur ikki skilt seg sundur enn. Skipini síggja nógva sild og makrel meira ella minni allastaðni í føroyskum sjógvi. Hetta samsvarar eisini við úrslitini, sum granskararnir á Havstovuni komu til, tá teir gjørdu royndir við Finni Fríða, har teir oftast sóu, at nógv sild var blandað upp í veiðuna, og fyribilsmetingarnar vístu, at eisini var meir at síggja av sild í ár enn í fjør. Tølini frá Fiskiveiðieftirlitinum fyri viku síðan, vístu líknandi úrslit fyri sild, at skipini hava fingið væl meira av sild í ár, og fyri makrel vístu teirra tøl at føroysku skipini hava fingið nakað tað sama av makreli higartil í ár samanlíkna við í fjør, tað skrivar www.vardin.fo


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder