Vinna

Tummas T. skal landa til Havsbrún

...

2015-10-29 19:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tummas T. sum hevur fiskað hvítingsbróður í Norðsjónum kemur á Fuglafjørð kl. 18 í kvøld við 1.500 tonsum, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.

Tummas T. hevur verið burtur í 11 dagar, teir brúka 1 døgn at sigla á fiskileið í Norðsjónum, og so aftur eitt døgn til Føroyar, tá ið teir landa her.

Tað eru 12 mans við Tummas T. hendan túrin.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir høvdu fitt av vindi undan, vindferðin lá millum 15 og 18m/sek.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder