2017-09-30 22:33
Tummas T. fór at sigla inn seinnapartin, teir hava 600 tons av sild, sum teir skulu landa í Kollafirði til Faroe Pelagic, Tummas T. verður á Kollafirði kl. 9 sunnumorgunin, teir sleppa framat at landa beinanvegin teir koma inn. Í løtuni landar Norðingur til Faroe Pelagic, teir verða liðnir tíðliga í morgin.
Vit tosaðu við skiparan Virgar Fagraklett í kvøld, Virgar segði, at nógv sild var at síggja og at sildin var í góðum standi, teir hava roynt á 64N og 5V.
Í kvøld var eitt fríkst lot av landsynningisunnan, teir silgdu ikki so skjótt, eisini fyri at ansa eftir veiðuni so hon ikki fekk skaða av siglingini.
Tey føroysku skipini, sum royna eftir sild er á somu leið sum Tummas T. royndi á.
Tað eru 12 mans við Tummas T.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald