2017-09-20 17:30
Tummas T. kemur á Kollafjørð kl. 22 í kvøld við 1.000 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic, hesin túrurin er fyrsti makreltúrurin hjá Tummas T. í heyst.
Í løtuni landar Borgarin í Kollafirði, Hoyvík er áveg inn, teir eiga landingartørn áðrenn Tummas T., so Tummas T. sleppir framat uml. á middegi fríggjadagin, teir rokna við, at fara nýggjan túr seinnapartin leygardagin.
Vit á JN.fo tosaðu umborð á Tummas T. fyri løtu síðan, teir siga, at nógvur makrelur er at síggja, tó halda teir, at støddin er uppaftur betri norðanfyri føroyska markið, har einir 25 bátar royna, bæði føroyskir, russiskir, íslendskir, norkir og ES-skip.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald