Vinna

Tummas T. skal landa á Tvøroyri

...

2015-10-12 03:28 Author image
placeholder

 Tummas T. fór í dag at sigla inn av feltinum norðanfyri við 800 tonsum, harav 600 tons er makrelur og 200 tons er sild.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan. Tummas T skal landa á Tvøroyri, men teir sleppa ikki framat at landa fyrrenn mikumorgunin. Í løtuni landar Tróndur í Gøtu, hann verður liðugur at landa fyrrapartin í morgin, ta sleppir Jupiter framat og tá ið Jupiter er liðugur mikudagin, tá sleppir Tummas T. framat.

Teir søgdu at støddin á makrelinum liggur um 430 gramm og støddin á sildini er 370 gramm. Tað var nakað at síggja í morgun, men tað var styggur fiskur.

Tummas T. hevur nú fiskað makrelkvotuna.

Tummas T. kemur á Kollafjørð tíðliga í morgin, har fara teir at liggja til mikumorgunin, tá ið teir fara til Tvøroyri at landa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder