2016-01-27 15:47
Tummas T., sum hevur verið í ES-sjógvi og fiskað makrel, siglir inn við 1.130 tonsum, teir hava partrolað við Stelk hjá Faroe Origin.
Tummas T. hevur gjørt 4 makreltúrar higartil í ár, allar hava teir havt góð 1.100 tons.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir vóru tá staddir góðar 50 fj. suður úr Akrabergi, veðrið var gott á leiðini har suðuri. Hendan túrin royndu teir beint norður úr Hebridinum, Næraberg og Safir vóru eisini har á leiðini.
Skiparin á Tummas T. Annfinn Fagraklett segði, at tað var enn ikki avgjørt, hvar teir skulu landa hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald