Vinna

Tummas T. siglir inn við 1.000 tonsum av makreli

...

2015-01-22 02:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tummas T er farin at sigla inn við 1.000 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað sunnanfyri í ES-sjógvi.

Tummas T skal landa makrelin til Varðin Pelagic á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri fyrrapartin í morgin.

Nøkur skip eru á makrelveiðu í ES-sjógvi. Onnur eru á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, har eru í løtuni 5 føroysk skip - Norðborg, Christian í Grótinum, Jupiter, Finnur Fríði og Tróndur í Gøru, 6 russisk skip eru eisini á feltinum umframt 2 íslendsk, tey eru Beitir og Jón Kristiansson, sum eru um at fáa fulla last.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder