2015-09-04 22:48
Tummas T. hevur verið úti í nakrar dagar, teir leita eftir sild, men vit vita ikki um teir hava sæð nakað ella um teir einki hava sæð.
Fyrst leitaðu teir upp við markinum móti Norra, í gjár og í dag hava teir leitað ímóti altjóða markinum norðanfyri.
Beint norðanfyri markið royna nógv russisk skip, teir hava fiskað makrel, men um sild er blandað uppí, hava vit einki hoyrt um - so helst er tað reinur makrelur tey fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald