Vinna

Tað eru tvey døgn síðan Tummas T. fór av Tvøroyri, teir hava fiskað fyri 7 milliónir

...

2016-01-17 23:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tummas T. kemur á Tvøroyri seint í kvøld - uml. kl. 23 - við 1.100 tonsum av makreli, sum teir landa til Varðin Pelagic. Tummas T. hevur hendan túrin partrolað við Lerki, teir hava roynt í ein útnyðring úr Hebridunum, tá ið teir koma á Tvøroyri eru júst tvey døgn síðan teir loystu av Tvøroyri.

Skipini hava roynt á uml. 58,5 N og 7 V.

Við á JN.fo tosaðu við skiparan Annfinn Fagraklett fyri løtu síðan, hann sigur at tað er nógvur makrelur at síggja sunnanfyri, veðrið hevur verið av tí fagrasta hendan túrin. Teir fara aftur á makrelveiðu, tá ið liðugt er at landa.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder