2015-09-12 21:01
Tummas T. gjørdi eitt rend í Norðsjógvin at royna eftir hvítingsbróðri, har føroyingar eiga 7.000 tons at fiska.
JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan, tað gekk ikki so væl í Norðsjónum teir vóru í 3 døgn á feltinum og fingu 380 tons.
Tummas T. kemur á Fuglafjørð tíðliga í kvøld, teir landa veiðuna til Havsbrún.
??tlanin er nú at fara á svartkjaftaveiðu, teir loysa aftur av Fuglafirði seint í kvøld, tá ið teir hava skift trolgreiðirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald