2016-12-17 13:02
Tummas T. kom á Fuglafjørð í gjár við 1.100 tonsum av brislingi, sum teir hava fiskað í Norðsjónum. Teir landaðu brislingin til Havsbrún, liðugt var at landa mitt í nátt.
Í løtuni eru tvey skip úti, sum royna eftir svartkjafti, tey eru Norðingur og Fagraberg, Norðingur roynir í landnyðring ur Fugloynni og Fagraberg er í dag staddur sunnast í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald