2017-10-13 08:37
Tummas T. kom á Kollafjørð tíðliga í morgun við 500 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic.
Vit tosaðu umborð í nátt, - skiparin Virgar Fagraklett segði - at teir høvdu roynt í altjóða sjógvi norðanfyri, men hann legði afturat, at sild var eisini at fáa í føroyskum sjógvi, tað er góð sild, sum skipini fáa, vektin liggur um 390 gramm.
Tummas T. sleppir at landa tá ið Norðingur er liðugur um 5-6 tíðina seinnapartin í dag, tá ið liðugut verður at landa í morgin, tá fer Tummas T. aftur á sildaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald