2015-09-29 19:00
Tummas T. fór at sigla inn av feltinum norðanfyri í gjárkvøldið, teir hava 700 tons av góðari sild, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, teir verða á Kollafirði kl. 19 í kvøld.
Veðrið í nátt var ófantaligt - 20m/sek og beint ímóti, so tað gekk spakuligani suðureftir.
Nú eru teir næstan komnir undir land norðanfyri, so nú er veðrið batnað hjá teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald