Vinna

Tummas T. kemur á Fuglafjørð við 950 tonsum av makreli

...

2015-10-06 01:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tummas T. kemur á Fuglafjørð um 10-tíðina í kvøld við 950 tonsum av makreli, sum er fiskaður í ES-sjógvi norðanfyri. 

Tummas T. skal landa til Pelagos. Í løtuni landar Atlantsfarið 1.100 tons til Pelagos, teir verða liðnir um middagin í morgin, tá sleppir Tummas T. framat.

JN.fo tosaði umborð á Tummas T fyri løtu síðan. Teir søgdu, at ES-mynduleikarnir vildu hava teir á kontrollpunktið sunnanfyri, sum er í gráu sonuni millum Hetland og Føroyar, tað vóru 250 fj. at sigla suður har frá feltinum norðanfyri, og síðan eitt hálvt døgn at sigla aftur á Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder