2017-01-15 15:54
Makrelskipini eru flestu á veg inn, ella eru komin inn at landa. Tummas T kom á Tvøroyri tíðliga í morgun við 1050 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað eystan fyri Hetland.
Tummas T sleppir tó ikki at landa enn, Tróndur í Gøtu kom á Tvøroyri í nátt, og skal hann landast fyrst. Tá ið liðugt er at landa Trónda í Gøtu sleppir Tummas T framat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald