2016-06-16 12:47
Kyndil: Kyndil og Bilasølan hava í dag longt sáttmálan, soleiðis at Bilasølan aftur næsta kappingarár verður høvuðsstuðul hjá besta mansliðnum hjá Kyndli.
Somuleiðis hava David Edvardsen og Hörður Fannar Sigþórsson longt teirra sáttmálar, soleiðis at teir eisini komandi ár spæla í kyndilsbúnanum við Volkswagen-búmerkinum á bringuni. Báðir vóru stuðulsleikarar hjá kyndilsliðnum farna kappingarár.
Harumframt kemur Tummas Pauli Hanusarson aftur til barndómsfelagið eftir loknan lestur í Danmark, har hann samstundis hevur spælt við ÍF Føroyum og verið ein partur av teimum góðu úrslitunum seinnu árini.
Nýklakta forkvinnan hjá Kyndli, Maibritt Johannesen, fegnast um, at bæði Bilasølan, David Edvardsen og Hörður Fannar Sigþórsson halda fram, og at Tummas Pauli kemur aftur til barndómsfelagið.
???At hava góðar stuðlar og leikarar hevur alt at siga, soleiðis at Kyndil kann halda fram við positivu gongdini, sum hevur verið seinnu árini, og sum vónandi ger, at vit kunnu klúgva longri upp á stigatalvuna.???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald