57 ára gamli Tummas Joensen úr Klaksvík er ein av teimum 35, sum er úttikin til Team Rynkeby Føroyar. Team Rynkeby skal súkkla úr Rynkeby í Klaksvík til París næsta summar. Team Rynkeby súkklarnir koma inn í París ein dag áðrenn súkklarnir úr Tour de France súkkla inn í franska høvuðsstaðin. Har 10000- tals fólk hyggja eftir teimum síðstu km. í Tour de France. Har millum verða tey 45 føroysku fólkini eisini í millum næsta summar.
Hví teknaði tú teg til Team Rynkeby?
Í samband við at eg havi verið á Ríkissjúkrahúsinum, eri eg komin í samband við fólk, sum hava verið partur av Rynkeby-liðnum. Eg var rættiliga imponeraður av tiltakinum sum heild. Hetta at vera partur av og stuðla einum so góðum átaki at savna pening inn at stuðla børnum við krabbameini og familjum teirra. Og hin parturin, at súkkla alla leiðina til París, er avgjørt ein avbjóðing sum passar mær.
Nær ert tú byrjaður at súkkla?
Fyri góðum ári síðani, var eg staddur í Keypmannahavn nakrar mánaðir. Tá keypti eg mær súkklu og súkklaði rættiliga nógv. Men heim aftur komin, hevur tað verið so sum so við súkklingini, men ein túrur um vikuna mann vera á einari leið.
Hvussu ofta er ætlanin at venja - við súkklu - um vikuna?
Nú er gularótin har, so 2 kanska 3 túrar um vikuna? Veðrið hevur nakað at siga tá um súkkling ræður, men tað ber jú væl til at súkkla inni. So framyvir tá eg fari at hyggja at ein fótbóltsdysti í sjónvarpinum, siti eg helst á súkkluni og sveitt líka nógv sum hetjurnar á skerminum.
Venur tú eisini styrki?
Eg havi Discus Prolaps niðaliga í rygginum, so hjá mær er lívsneyðugt at vera kropsliga væl fyri. Nú í fleiri ár havi eg vant í íðka 3 ferðir um vikuna, so tann parturin skuldi verið í lagi.
Trýst her og les samrøðina við Jonhard Joensen.
Hvat heldur tú um tiltakið Team Rynkeby?
Tiltakið Team Rynkeby tiltalar meg ógvuliga nógv. Mín sannføring er, at tá menniskju gera okkurt, so gera tey tað, tí tey persónliga fáa okkurt burturúr. Viðhvørt haldi eg, at tá fólk sum gera hjálpararbeiði verða umrødd, verður motivið ofta balla inn í okkurt tokukent, sum eg havi trupult at kenna aftur í mær sjálvum. Hetta tiltaki tónar reint flagg. Tað er býtt í tveir partar. Annar parturin er at hjálpa. Hin parturin er at gera nakað gott fyri seg sjálvan.
Hevur tú iðkað annan ítrótt?
Eg íðkaði eitt sindur av ítrótt sum heilt ungur. Spældi fótbólt og sum 17 ára gamal róði eg kapp við Sumbinginum, men trupulleikar við rygginum gjørdu at eg steðgaði. 45 ára gamal fór eg at renna. Luttók í kappingum og havi runnið 8 marathon. Men serliga teir longu strekningarni fóru illa við rygginum, so nú er tað fittness ??? og so súkklingin.
Hvørjar góðar eginleikar hevur tú, tá um ítrótt umræður?
Hesi árini eg havi runnið, havi eg funnið útav at mær dámar væl kropsligar avbjóðingar. At merkja, at setur tú tær eitt mál og fer eftir tí, so ber tað til! Miðvís venjing við málinum sum stavnahald, og tú kemur longur enn tú droymdi um var møguligt.
Hvat er tín veika síða, tá um ítrótt umræður?
At eg ikki seti meg nóg væl inn í tingini. Kannið ikki nóg væl. Lesi ov lítið um venjing og líknandi. Og lurti ikki nóg væl eftir góðum ráðum. Eg havi lyndi til at gera tingini eftir egnum høvdi. Men soleiðis passar tað mær best, so.....
Hvør er tín fyrimynd?
Mín fyrimynd er Pól Sundskarð. Tað hann hevur megnað, er heilt fantastiskt. Havi ongantíð kent eitt menniskja, sum er so avgjørt í sínum valum. Setur hann sær okkurt fyri, ger hann tað 100%. Og so er tað so deiliga svakt, tað hann ger, at vit kunnu ikki annað enn hámeta mannin. At so onkur heldur hann vera óðan í høvdinum, gerst ikki við.
Hvat er tín størsta ítróttahending?
Havi havt nógvar góðar upplivingar við mínari renning. Ein var tá eg rann mítt fyrsta Marathon í Havn í 2004. Komin á mál fekk eg at vita, eg var føroyameistari fyri veteranar ( menn eldri enn 45 ár) og fekk gullheiðursmerki um hálsin. Hesum hevði eg onga hóming av, meðan eg rann. Onnur var, tá eg á fyrsta sinni vann ??la Olsen. Helt ikki, at tað bar til at vinna á honum. Men haldi tað var nýggjárshálvmarathon, ( minnist ikki árið) at eg basti honum, og tann sigurin smakkaði væl.
Fert tú at klára til París?
???Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir??? Men kemur einki óvanta í vegin, ivist eg ikki eina løtu, at eg súkkli allan vegin úr Rynkeby í Klaksvík til París.
Les eisini at "Merkið skal veittra í París"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald