Ítróttur

Tummas Erling skal venja 1. deild

...

2016-08-31 21:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tummas Erling Djurhuus, sum seinasta góða árið hevur vant næst besta mansliðið hjá B36, verður eisini venjari, nú liðið er flutt upp í 1. deild

Tummas Erling tók við sum venjari, tá teir næst bestu hjá okkum í fjør vóru ávegis eini niðurflyting. Tað eydnaðist honum ikki at sleppa undan niðurflytingini, men í ár hevur eingin ivi verið, og B36 hevur longu tryggjað sær uppflyting aftur til næst bestu deildina. Nú er spurningurin bara, um tað eru vit ella ÍF, sum vinna gullið.

Og tað verður við sama venjara, at B36 nú aftur verður í 1. deild. Tummas Erling og B36 hava nevnliga gjørt nýggja avtalu fyri 2017, og tað eru vit í felagnum sera fegin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder