Ítróttur

Trýstið liggur á Fleyr-kvinnunum

...

2016-02-18 14:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sjálvt um SÍ hvørki hevur vunnið steypakappingina ella landskappingina síðan 2010, so eru sørvágskvinnur kortini favorittar til at vinna finaluna móti Fleyr leygardagin.

Orsøkin til tað er, at SÍ tykist vera væl betur fyri enn kvinnurnar úr Havn.

Hyggja vit at landskappingini, so liggur SÍ á odda saman við Drátti, og munurin aftur til Fleyr er átta stig. Her skal tó havast í huga, at Fleyr hevur lagt tríggjar dystir færri enn SÍ, og tí Fleyr fara framum við einum stigi, um alt gongur eftir vild hjá havnarkvinnum.

Tó eru tað sørvingar, sum tykjast at hava størsta kjansin at vinna steypafinaluna á triðja sinni, heldur enn at Fleyr vinnur hana fyrstu ferð. Tað eru fleiri royndir spælarar á SÍ-liðnum og tað kann væl fara at spæla nógv inn, tá liðini renna inn á vøllin í høllini á Hálsi.

Fleyr hevur hvørki vunnið steypakappingina ella landskappingina hesumegin aldarskiftið. Seinast kvinnurnar hjá Fleyr vunnu meistaraheitið, var í 1997, og tá vóru fleiri av teimum, sum í dag spæla við liðnum, als ikki føddar.

Hetta seinasta fer tó neyvan at síggjast aftur á Fleyr-liðnum, tí ungu leikararnir, sum nú manna besta liðið hjá gamla stórfelagnum úr høvuðsstaðnum, hava góð evnir. Tað hava tær víst millum annað við at røkka í FM-finaluna fyri tveimum árum síðan, og liðið hevur eisini verið í steypafinaluni. Tí hava tær nakað at byggja á.

Um tað er nokk er so ein annar spurningur. SÍ hevur fleiri heilt royndar spælarar á liðnum, og tað kann koma at viga tungt, tá dysturin í høllini á Hálsi verður settur í gongd leygardagin.

Finalan í smálutum

Miðalaldurin:

Fleyr:19,9 ár

SÍ:23,3 ár

Miðalhædd:

Fleyr:172,9 cm

SÍ:168,7 cm

Flestar landsdystir:

Fleyr:Anja Danielsen, 28 dystir

SÍ:Helga Guttesen, 17 dystir

Landsdystir í alt:

Fleyr:38 dystir

SÍ:17 dystir


Elsti leikari:

Fleyr:Ester Rasmussen, 27 ár

SÍ:Tórfríð Tausen, 31 ár

Yngsti leikari:

Fleyr:Hilda Bolstad Mortensen, 15 ár

SÍ: Eyðvør Torbjørnsdóttir Poulsen, 15 ár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder