Politikkur

Tryggleiki er treytaður av veruligari ábyrgd

...

2015-01-09 22:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tór Marni Weihe, løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

Løgmaður nýtti høvi at taka spurningin um flóttafólk upp í nýggjársrøðu síni. Tað er gleðiligt, at heitt orðaskifti síðan hevur tikið seg upp um flóttafólk og okkara skyldu mótvegis altjóða samfelagnum. Kjakið vendir tó á høvdinum, tí at áðrenn nakað kann gerast við flóttafólk, so mugu vit yvirtaka útlendingamál og orða føroyskan tilflytara- og integratiónspolitikk.

Sjálvandi eiga Føroyar at taka í móti flóttafólkum. Sum limur í altjóða samfelagnum ??? og sum borgarar í eini samhaldsfastari, kristnari tjóð ??? hava vit eina skyldu at veita neyðstøddum eina hjálpandi hond. Men vit hava eisini eina skyldu mótvegis okkara bogarunum her í Føroyum, og við flóttafólkum og tilflytarum fylgja stórar avbjóðingar, ið krevja ábyrgdarkenslu, góða tilbúgving, fíggjarligt og menniskjaligt tilfeingi og hart arbeiði, skal tað rigga. Søgan hevur lært okkum, at okkara samfeløg eru viðbrekin, og at tað ikki er so lætt, sum vit kundu ynskt okkum, at taka móti tilflytarum, ið koma úr londum, hvørs mentan og samfelag eru so ymisk frá okkara, at tað næstan er sum at koma á eina aðra gongustjørnu.

Ein kann royna at ímynda sær, at ein sjálvur noyddist at rýma undan ræðuleikum og byrja eitt nýtt lív í Afghanistan ella Saudi Arabia.

Eitt politiskt stórmál í vesturheiminum ??? eisini Føroyum

Tilflytarar og flóttafólk hava sett dagskránna í øllum Evropa seinastu árini, og politiska kósin í grannalondunum og vesturheiminum er í stóran mun tengd at, hvørt tilflytaravinarligir ??? ella atfinningarsamir flokkara sita við valdinum í ymisku londunum. Veruleikin ??? og orsøkin til hesa støðuna ??? er, at tilflytaraspurningurin er ein stór avbjóðing, ið vit hava havt trupult við at loysa, og av tí sama, so eru vit enda í eini keðiligari ringrás, har ið miseydnaðu royndirnar at integrera hava ført til ein grundleggjandi illgruna mótvegis tilflytarum ??? eina fíggingamynd, sum miðlarnir hava tikið til sín og mála upp á veggin dagliga ??? og av tí sama næstan gjørt tað ómøguligt at koma aftur um aftur og rætta feilirnar, ið gjørdir vóru at byrja við.

Kjakið er blivið alsamt meiri áhugavert her í Føroyum eisini, av tí at útlendingar jú sjálvandi eisini leita sær hendanvegin. Hóast teir ikki eru so nógvir í tali sum nú er, so gerast teir fleiri og fleiri, og tað trýstið, sum vanlukkur kring knøttin leggja á vesturheimin, fer ivaleyst eisini at merkjast her hjá okkum, og tí er umráðandi, at vit taka spurningin upp til viðger. Spurningarnir um tilflytara- integratións- og flóttafólkapolitikk eru avgerandi fyri, hvussu vit sum tjóð og samfelag innrættað okkum at taka móti tí avbjóðing, ið økta tilflytingin til vesturheimin er.

Onki hent á økinum

Tíverri, so hevur lítið og onki orðaskifti verið um spurningarnar, og vit hava ongar fyrireikingar gjørt á økinum. Seinasta átakið á økinum, var orðanin av einum integrasjónsáliti. Eitt gott átak, men tíverri, so hanga tilmælini í álitinum mestsum í leysari luft, tí at politiskt kunnu nógv av tiltøkunum ikki rættiliga setast í verk uttan ein orðaðan intergrasjónspolitikk, ið er kjølfestur í politiskum átøkum, ið fremjast skulu á økinum. Tað er eisini eitt sindur undarligt at seta í verk leiðreglur og mannagongdir fyri eitt øki, ið framvegis er undir donskum ræði.

Orsøkin til, at málsøki ikki er yvirtikið, er tó ikki, at øki ikki er til reiðar at verða yvirtikið. Í 2002 varð frágreiðing skrivað, um hvat skuldi til, og síðan eru fleiri frágreiðingar og metingar, umframt álitið um integratión, framleiddar, so øki er væl greinað og heilt klárt til yvirtøku.

Orsøkin er heldur ikki, at tað fer at kosta ein bóndagarð at yvirtaka útlendingamál. Savnaði kostnaðurin er mettur í fleiri umførum til at liggja um í mesta lagið 10-11 mió. kr. um árið. Uppskotini í tinginum hava eisini verið fleiri í talið, so møguleikarnir at fáa málsøki undir føroyska hond hava verið nógvir.

Hvør orsøkin er, til at økið framvegis er danskt, veit eg tí ikki at siga, men umberingar eru ongar.

Við hesi vitanini er tað skilligt, at fólk standa spyrjandi, tá ið løgmaður nú brádliga burtur úr ongum kunnger, at vit skulu taka móti flóttafólkum. Onki er gjørt á økinum, og flóttafólk eru tilflytarar, ið rýma undan kríggi og vanlukku, og tey hava tí ein heilt serligan tørv, og krevst ein heilt serlig tilbúgving til at taka móti teimum. Vit kunnu ikki bara yvirnátt byrja at taka móti hesum fólkunum, tí at vit fáa ikki hjálpt teimum sum er. Tað er bara harmiligt, at løgmaður ikki setti ferð á yvirtøkuna av økinum ??? og arbeiðið at búgva okkum til at taka móti flóttafólkum og øðrum tilflytarum ??? beinavegin hann varð valdur løgmaður, tí at so høvdu vit ivaleyst longu havt tikið móti fleiri tilflytarum og flóttafólkum, og havt vælvirkandi skipanir á økinum.

Men, betri seint enn ongantíð. Løgmaður fer vónandi at gera meira við málið enn at halda røður um tað. Tað ábyrgdarfulla at gera, er at vit yvirtaka málsøki og gera føroyskar reglur og mannagongdir fyri tilflytaraøki. Yvirtøka av málsøkinum er fyrsta stigið í eini tilgongd at skipa útlendingamál undir føroyskum ræði, umframt at vit orða ein føroyskan tilflytara- og integratiónspolitikk. Ikki fyrr enn hetta er gjørt, ber til at tosa um at taka móti flóttafólkum.

Javnvág millum møguleikar og krøv.

Tilgongdin er umráðandi í hesum høpi. Vit eiga at læra av grannalondum okkara, og seta saman ein føroyskan tilflytarapolitikk, lagaður til føroyska samfelagið, har ið tey mistøk, ið onnur lond hava framt, ikki verða endurtikin. Høvuðsendamálið í politikkinum má vera, at øll, ið hava eitt ynski um, førleika til og áhuga í at koma hendavegin sleppa tað, soleiðis at tey kunnu fáa sær arbeiði og skapa sær eina tilveru her. Men vit mugu eisini varðveita tað føroyska. Okkara tilflytarapolitikkur skal eisini skapa tryggleika fyri føroyingar, tí best fyri báðar partar er, at bæði tey, ið koma hendanvegin, og tey, sum búgva her, kenna seg trygg við tilgongdina. Vit mugu taka ábyrgd av økinum, og hóast vit skulu hava samkenslu við teimum, ið koma hendanvegin, so mugu vit eisini hugsa um, at tey skulu vera borgarar á jøvnum føti við øll onnur, sum búgva her. Tey skulu ikki serbehandlast, men hjálpast at gerast før fyri at taka við teimum skyldum, sum vit krevja, at aðrir borgarar liva upp til.

Lykilin at røkka hesum máli, er integratión. Fremmandar mentanir eru hjartaliga vælkomnar hendanvegin, og tað fjølbroytni, ið tilflytarar og flóttafólk skapa í føroyska samfelagnum er bert gagnligt og sunt fyri samfelagið.Umráðandi er tó, at tey verða slúsað inn í samfelag okkara við virðing fyri samfelagsbygnaði og mentan okkara, soleiðis at tey eru før fyri at virka her. Tey mugu læra um føroyska mentan, tey mugu læra okkara mál, tey mugu læra um fólkaræði og okkara politisku skipan og mentan, og tey mugu læra at virða tann siðaarv, ið hevur verið grundvøllurin undir føroyska samfelagnum. Vit hava trúarfrælsi og politiskt frælsi, og vit mugu virða, at tey sum koma hendanvegin ikki hava somu heimsáskoðan sum vit. Men tað skal og má ikki bera til at koma hendanvegin og liva í einum paralellsamfelagið, har ið ongin roynd verður gjørd at laga seg til samfelag okkara, men heldur flyta sítt egna samfelag hendanvegin og stovnseta tað her. Tað fáa hvørki tey, sum búgva her, ella tey, sum koman higar, nakað burturúr.

Eitt búgvið Løgting ??? eina breiða semju

Mín vón er, at røða løgmans hevur sent ein kavabólt á rull. Vit mugu taka við ábyrgdini av okkara framtíð, heldur enn at vísa ábyrgdini frá okkum, og bert vóna, at avbjóðingarnar loysa seg sjálvar. Tað má bera til, at okkara politiska skipan tekur seg saman, og í eini breiðari semju (eini har ongin atkvøður í móti!) tekur eitt søguligt stig móti einum føroyskum samfelag, har ið framtíðin hjá okkum øllum liggur í okkara hondum. Sitandi samgonga hevur yvirtøkuna í sínum samgonguskjalið, og í næstum fer Løgtingið at viðgera uppskot frá andstøðuni um júst yvirtøku av útlendingamálum. Vísið tykkum nú frá tykkara bestu síðu ??? tit, okkara háttvirdu tingfólk ??? og vísið okkum, at tað ber til at semjast um at veita neyðstøddum eina hjálpandi hond, samstundis sum føroyingar kenna seg tryggar við tilgongdina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder