Ítróttur

Tryggja tær pláss til steypafinaluna

...

2017-07-05 15:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Atgongumerkjasølan til finaluna um Løgmanssteypið, sum í ár verður millum NSÍ og B36, letur upp hósdagin 6. juli klokkan 12:00 á heimasíðuni hjá FSF.

Leygardagin 26. august klokkan 19:45 bresta NSÍ og B36 saman í finaluni um Løgmanssteypið. Talan verður uttan iva um ein spennandi dyst, og vónandi og væntandi fara fjeppararnir hjá feløgunum at møta mannsterk á Tórsvølli.

Atgongumerkjasølan til steypafinaluna, ið fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, letur upp hósdagin 6. juli klokkan 12:00. Kostnaðurin er 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn.

Nethandilin

Skráin fyri steypafinalurnar 2017

25. augustKl. 19:00Dreingir U18NSÍ - HB
26. augustKl. 13:00Dreingir U14NSÍ - HB
26. augustKl. 16:00Dreingir U16HB - KÍ
26. augustKl. 19:45LøgmanssteypiðB36 - NSÍ
8. septemberKl. 19:00Mótasteypið / Gentur U17B68 - EB/Streymur
9. septemberKl. 14:30Eilif Arge steypið / Gentur U1407 Vestur - AB/B71
9. septemberKl. 17:30Steypafinalan, kvinnurHB - EBS/Skála

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder