Atgongumerkið til ídnastu landsliðsáskoðararnar, Landsliðskortið, verður sett til sølu mikudagin 16. desember á heimasíðuni hjá FSF.
Týsdagin 6. september komandi ár spælir føroyska A-landsliðið fyrsta dystin í undankappingini til HM, sum verður í Russlandi í 2018. Umframt Ungarn, ið er mótstøðuliðið hendan dagin, eru Føroyar í bólki saman við Portugal, Sveis, Lettlandi og Andorra. Sambært lutakastinum eru søguliga góðir møguleikar at fáa stig í hesum bólkinum, har Føroyar verða mettar sum fjórðsterkasta liðið.
Men fyri at føroyska liðið skal vinna so nógv stig sum tilber, hava okkara spælarar brúk fyri góðum stuðlum uttanfyri vøllin. Tí fer Fótbóltssambandi Føroya at bjóða trúgvastu landsliðsáskoðarunum møguleikan at tryggja sær fastan sess á Tórsvølli í komandi undankapping. Atgongumerkið, ið er til allar fimm heimadystirnar, verður kallað Landsliðskortið, og verður sett til almenna sølu á heimasíðuni hjá FSF mikudagin 16. desember 2015.
10 prosent av atgongumerkjunum í hvørjum bólki verða seld sum Landsliðskort, og talan er tí um eina rættuliga avmarkaða nøgd av atgongumerkjum, ið nú verða sett til sølu.
Landsliðskortið kostar úr kr. 550,- og kann keypast á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo, frá mikudegnum 16. desember kl. 12:00
Dystir | |
6. september 2016 | Føroyar - Ungarn |
10. oktober 2016 | Føroyar - Portugal |
9. juni 2017 | Føroyar - Sveis |
3. september 2017 | Føroyar - Andorra |
7. oktober 2017 | Føroyar - Lettland |
Prísir | ||
Kategori 1 | Bólkar 103, 104, 105 og 106 | 1.100 kr./stk. |
Kategori 2 | Bólkar 102, 107, 108, 116, 117 og 119 | 825 kr./stk. |
Kategori 3 | Bólkar 114, 115, 120 og 121 | 550 kr./stk. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald