Ítróttur

Tryggingarfelagið Føroyar stuðul hjá Torkil Veyhe

...

2015-10-15 20:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt 2 ára stuðulsavtalu við føroyska súkklaran, Torkil Veyhe.

Torkil Veyhe sigur: ???Eg eri sera takksamur fyri stuðulin. Hann gevur mær møguleika at fáa eina optimala fyrireiking til komandi kappingarár. Við hesari avtaluni kann eg fáa ein persónligan venjara, har venjingarskráin verður løgd til rættis, so eg kann náa mínum málum???.

Maria á Dul, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum sigur: ???Vit vilja stuðla ungum føroyingum, sum gera nógv burturúr og leggja orku í venjing og menning innan ymiskar einstaklinga ítróttargreinar. Okkara samstarv fer vónandi at geva Torkil betri møguleikar at menna seg innan súkkluítróttina og at skapa enn betri úrslit, bæði í Føroyum og uttanlands???.

Torkil vann gull í einkultstarti og bronsu í landavegskappingini og liðkappingini á Oyggjaleikum á Jersey í summar. Vit gleða okkum til eitt gott samstarv og ynskja Torkil alt tað besta.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder