Ítróttur

Tryggingarfelagið Føroyar høvuðsstuðul hjá 8 mannafarinum Knørrur

...

2016-06-16 10:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Róðrarfelagið Knørrur hevur gjørt stuðulssáttmála við Tryggingarfelagið Føroyar at vera høvuðsstuðul hjá 8 mannafarinum Knørri í 2016.

Róðrarfelagið Knørrur varð stovnað í 1985 av nøkrum havnardreingjum.Teir keyptu eitt áttamannfar og kallaðu tað Knørrur, ti tað var eitt vakurt navn. Bert ein hevði róð fyrr, men teir vóru ágrýtnir og fingu ein skilamann at leggja sær lag á. Tá ið árið var liðugt, vóru teir føroyameistarar. Í dag hevur felagið heilar 9 bátsmanningar.

Niklas Pætur Weihe frá Róðrarfelagnum Knørrur sigur ???Vit takka fyri stuðul og samstarv við Tryggingarfelagið Føroyar. Tað hevur sera stóran týdning fyri okkara felag og ítróttina, at ein so stór fyritøka sum TF vil vera við stuðla okkum, og hervið eisini leggja lunnar undir føroyska kappróðurin. Vit gleða okkum kappingarárið 2016 og vit ynskja, at okkara stuðlar síggjast væl í ítróttini.???

Maria á Dul, deildarstjóri í Tryggingafelagnum Føroyum sigur, ???vit eru fegin um at hava fingið eitt samstarv við Róðrarfelagið Knørr. Vit vilja stuðla okkara tjóðarítrótti og vera við til, at kappróðurin verður styrktur og vónandi fer at vaksa sum ítróttargrein aftur. Vit gleða okkum til eitt gott samstarv við Knørrafelagið og spennandi verður at síggja, hvussu hann fer at standa seg i kappingini millum 8 mannaførini, kappróðrarárið 2016.???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder