Vinna

Tryggingarfelagið Føroyar flytur í nýggj høli í Saltangará

....

2017-01-30 15:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og Betri pensjón í Saltangará flytur mánadagin 30. januar inn í bygningin hjá Eik Banka á Heiðavegi 17 við somu starvsfólkum sum áður. Feløgini fara í framtíðini at húsast í felagshølum. Almenn móttøka verður 3. februar, kl. 15.00-17.00. 

Fyri at veita viðskiftafólkunum í TF Holding samtakinum bestu tænastuna, er avgjørt at víðka um tvørgangandi samstarvið í samtakinum. Fyrsta stigið í hesum víðkaða samstarvi var at flyta deildirnar í Klaksvík undir sama tak. Næsta stigið er at flyta deildirnar í Saltangará saman. 

Sostatt verða Tryggingarfelagið Føroyar, Betri pensjón, Inni og Eik Banki øll undir somu lon í Saltangará. ??ll núverandi starvsfólk á deildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og Betri pensjón í Saltangará fara at halda fram í sínum starvi, nú tey flyta inn í hølini á Heiðavegi. 

Fríggjadagin 3. februar, kl. 15.00-17.00, verður almenn móttøka í samanlagdu hølunum, har Sjókaféin borðreiður við onkrum leskiligum og Kári Sverrisson spælir nøkur løg. ??ll eru hjartaliga vælkomin. 

Meðan deildirnar í Klaksvík og Saltangará nú eru fluttar, so verður deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og Betri pensjón á Tvøroyri verandi á sama stað. Herfyri samtykti nevndin í TF Holding, at farast skal undir at byggja nýtt høvuðssæti, ið skal húsa øllum TF Holding samtakinum. Nýggja høvuðssætið, sum fer at liggja í Havn, verður væntandi klárt at flyta inn í um góð trý ár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder