Vinna

Tryggingarfelagið Føroyar flytur í nýggj høli í Klaksvík

...

2017-01-14 14:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og Betri pensjón í Klaksvík flytur mánadagin 16. januar inn íbygningin hjá Eik Banka á Bøgøtu 1. Feløgini fara í framtíðini at húsast í felagshølum. Almenn móttøkaverður 20. januar, kl. 15.00-17.00. 

Fyri at veita viðskiftafólkunum í TF Holding samtakinum bestu tænastuna, er avgjørt at víðka um tvørgangandisamstarvið í samtakinum. Fyrsta stigið í hesum víðkaða samstarvi er at flyta deildirnar í Klaksvík undir samatak.Sostatt verða Tryggingarfelagið Føroyar, Betri pensjón, Inni og Eik Banki øll undir somu lon í Klaksvík. ??llnúverandi starvsfólk á deildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og Betri pensjón í Klaksvík fara at halda framí sínum starvi, nú tey flyta inn í hølini á Bøgøtu. 

30. januar flytur deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum í Saltangará inn í grannahølini hjá Eik Banka, meðandeildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum á Tvøroyri verður verandi á sama stað. 

Herfyri samtykti nevndin í TF Holding, at farast skal undir at byggja nýtt høvuðssæti, ið skal húsa øllum TFHolding samtakinum. Nýggja høvuðssætið, sum fer at liggja í Havn, verður væntandi klárt at flyta inn í um góðtrý ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder