Tryggingarfelagið Føroyar kann í ár leggja fram eitt úrslit eftir skatt á knappar 10 mió. kr. Hetta hóast samlaðu skaðaútreiðslurnar í ár hava verið stórar og íløgurnar hava givið hall. Orsøkin til úrslitið er m.a. hækkaðar inntøkur vegna góðu gongdina í samfelagnum, eina góða endurtryggingarætlan og skynsama stýring av kostnaðunum hjá felagnum. ??rslitið hjá Betri pensjón var hinvegin eitt hall, orsakað av fleiri stórum skaðum, og at lagt verður upp fyri, at æviskeiðið hjá føroyingum væntast at gerast longri.
??rslitið hjá Tryggingarfelagnum Føroyum er eyðkent av, at óvanliga nógv hús hava verið rakt av eldsbruna innan eitt lutfalsliga stutt tíðarskeið. Harumframt hava fleiri miðalstórir skaðar verið, sum hava staðist av vánaliga vetrarveðrinum og eisini eru gjørdar størri javningar á einstakar skaðar, sum eru hendir í undanfarnum árum.
10.700 skaðatilburðir Tryggingarfelagið
Føroyar hevur í 2015 rindað út 193 mió. kr. til skaðaraktar tryggingarkundar. Talið av skaðahendingum var umleið 10.700 samanborið við umleið 9.800 árið fyri. Hetta er nakað hægri enn eitt vanligt skaðaár. Mett verður, at góða gongdin í búskapinum, sum skapar nógv virksemi, er høvuðsorsøkin til at skaðatalið økist við á leið 9% í mun til 2014.
Nøktandi ársúrslit
Tryggingartekniska úrslitið var 15,2 mió. kr. samanborið við -6,1 mió. kr. í 2014. Endaliga ársúrslitið eftir skatt hjá Tryggingarfelagnum Føroyum gjørdist sostatt 9,6 mió. kr. móti 7,1 mió.kr. í 2014. Hetta hóast samlaðu skaðaútreiðslurnar í ár hava verið stórar og íløgurnar hava givið hall. Hinvegin, so eru inntøkurnar hækkaðar, felagið hevur eina góða endurtryggingarætlan og skynsama stýring av kostnaðinum.
Sterkt felag við góðum framtíðarútlitum
Mett verður, at samlaðu tryggingarinntøkurnar fara at verða nakað hægri í 2016 enn í fjør, og er hetta, m.a. grundað á, at góða gongdin í búskapinum heldur áfram í 2016.
Tryggingarfelagið Føroyar er eitt trygt og fíggjarliga sterkt tryggingarfelag, sum lýkur øll krøv, sum eru sett í tryggingarlógarverkinum, og er eginognin við ársenda 431 mió. kr. svarandi til 6,6 ferðir solvenstørvin.
Stórir skaðar hjá Betri pensjón
??rslitið hjá Betri pensjón í 2015 er ávirkað av tveimum høvuðstættum: av fleiri stórum skaðum, og at staðfest er, at æviskeiðið hjá føroyingum er vorðið munandi longri.
??tgoldnar eru nærum kr. 16 mió. í skaðabótum. Hetta er munandi meira enn undanfarin ár.
Um æviskeiðið kann sigast, at tað síðan 2007, tá Betri pensjón byrjaði sítt virksemi, er hækkað við 1,8 árum hjá monnum og 2 árum hjá kvinnum. Einki bendir á, at gongdin fer at venda. Heilsurøktin gerst alsamt munadyggari, og tøkni og heilivágur verða alsamt betur. Eisini tá talan er um heilsutrupulleikar, sum vanliga raka eldri fólk. Í 2015 hevur tí verið neyðugt at hækka avsetingarnar munandi hjá teimum, ið eru byrjað at fáa pensjón frá felagnum.
??rslitið eftir skatt hjá Betri Pensjón í 2015 gjørdist eitt hall á 5,6 mió. kr. samanborið við eitt avlop á 4,2 mió. kr í 2014. Eginognin er 37,9 mió. kr., ið er nærum 1,35 ferðir størri enn kravið til solvens.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald