
Trygdarumboð fyri flogmyndugleikarnar í USA koma at vitja Vága Floghavn
Tað var tann 15. desembur í fjør, at vit skrivaðu, at Atlantic Airways hevði søkt um loyvi, at flúgva beinleiðis úr Vágum til New York.
Jóhanna á Bergi, sjóri í Atlantic Airways segði tá, at tey høvdu søkt um loyvi, og hugsaðu at gera nakrar túrar beinleiðis til New York á heysti í 2019. Hon legði annars afturat, at tað eru góðir møguleikar at flúgva beinleiðis til USA alt árið m.a. umvegis Keflavík. Men samstundis legði hon dent á, at tað var nakað serligt at binda Vágar og New York beinleiðis saman.
Vit hava spurt Jóhannu hvussu gongur at fáa loyvið uppá pláss. Jóhanna sigur, at í næstum koma trygdarumboð fyri flogmynduleikarnar í USA til Føroyar at kanna umstøðurnar.
Víðari sigur hon, at tey eru framvegis vónrík, og vóna og vænta at tey sleppa at gera nakrar túrar í heyst til New York.
Í næstum fær Atlantic Airways eitt nýtt Airbus a320neo flogfar. ??tlanin er at brúka tað flogfarið til túrarnar til New York.
A320neo flogfarið fær 174 ferðandi umborð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald