Politikkur

Trygdarskeið skulu standa øllum ungum í boði

...

2016-01-22 18:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kári P. Højgaard spurdi um trygdarskeið til manningar á fiskiskipum, og hevur Rigmor Dam, mentaráðkvinna, nú svarað spurninginum.

Spurningur
1. Hevur landsstýriskvinnan í mentamálum ætlanir um at arbeiða fyri at geva føroyskum ungdómi 16 ár og eldri, tilboð um ókeypis trygdarskeið og Bláu Bók?

2. Hvussu stór hevur tilgongdin verið innan sjóvinnuna, tvs. talið av fólki, sum mynstrar fyrstu ferð við føroyskum skipum í 2011, 2012, 2013 og 2014?

3. Heldur landsstýriskvinnan, at § 6 í Kunngerð nr. 119 um trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum er rímilig, har tíðin at taka skeiðið økist úr 3 døgum upp í 3 vikur?

4. Hvørjar forkanningar eru gjørdar til tess at tryggja, at skeiðsdeplarnir, sum í dag bjóða trygdarskeið, eru til reiðar at møta hesi ovurstóru avbjóðing bæði viðvíkjandi tilfari og lærarum?

5. Hvussu long verður bíðitíðin frameftir at sleppa á trygdarskeið?

6. Hvar hevur kunngerðin verið til hoyringar?

7. Hvat verður skeiðskostnaðurin, nú tíðarskeiðið økist frá 3 døgum til 3 vikur, og hvør skal gjalda meirkostnaðin?

8. Hví verða trygdarkrøv til manning ikki samsvarandi manningarskjalinum? Tvs. at um manningarskjalið sigur 12 persónar, so skulu tey 12 í minsta lagi hava trygdarskeið, men kunnu tveir ungdómar verða við fyri at læra, og sum ikki nýtast trygdarskeið.

9. Í § 13 stendur gildiskoman at vera dagin eftir, at kunngerðin er lýst, tvs. 21. november. Er nýggja ásetingin farin at virka?

10. Eru herdu krøvini bert galdandi, tá fólk taka trygdarskeið á fyrsta sinni, ella er hetta eisini eitt krav, tá trygdarskeiðið skal endurnýggjast?

11. Er longda trygdarskeiðið eitt altjóða krav fyri manningar á føroyskum fiskiskipun í føroyskum sjógvi sambært STCW-F sáttmálan, ella er tað ein tillaging, sum føroyskir myndugleikar mæla til gera?

12. Verður økta kravið eisini galdandi fyri útróðrarflota?

Svar
Til 1: Í kunngerð nr. 100 frá 12. oktober 2012 varð hámark sett fyri, hvussu nógv trygdarskeiðið skuldi kosta. Fyri sjófólk kr. 4.000,- og fyri næmingar í fólkaskúlanum/sjóvinnubreytini kr. 2.500,-Á Sjónámi er prísurin í dag settur til kr. 3.000,- fyri sjófólk og 1.750,- fyri næmingarnar.

Landsstýriskvinnan hevur fingið upplýst, at ávísir skúlar bjóða næmingum á sjóvinnubreyt ókeypis trygdarskeið og onnur sjóvinnufyrireikandi tilboð, og ætlar í næstum at kanna møguleikan fyri, at slíkt tilboð kann standa øllum ungum í landinum í boði.

Til 2: Spurningurin liggur uttan fyri málsøkið hjá Mentamálaráðnum og tí var spurningurin sendur Uttanríkis- og vinnumálaráðnum at svara, ið síðan hevur svarað soleiðis: ???Sjóvinnustýrið hevur eingi hagtøl hesum viðvíkjandi. Tá fólk mynstra verður ikki viðmerkt, um hetta er fyrstu ferð, at tey mynstra???.

Til 3: Trygdarkrøvini í føroyskari sjóvinnu skulu til eina og hvørja tíð lúka altjóða krøv. Vanliga hava føroyskir myndugleikar lagt seg eftir donskum standardum, sum eru í fremstu røð í altjóða høpi. Føroyar hava avtalu við danska Sjóvinnustýri um, at maritimu útbúgvingarnar í Føroyum eru javntsettar við somu útbúgvingar í Danmark. Hetta ger, at føroysk sjófólk eru nógv eftirspurd og kunnu mynstra uttan stórvegis hóvasták kring allan heim. Í hesum sambandi skal upplýsast, at í Danmark er trygdarskeiðið til manningar á fiskiskipum 3 vikur.

Sum sjóvinnutjóð skulu vit sjálvandi veita okkara ungdómi bestu trygd og fyrireiking til vandamikla arbeiðsumhvørvi á fiskiskipum. Men samstundis er umráðandi, at herdu krøvini ikki forða ungdómum at royna seg á havinum. Tí eiga vit at kanna møguleikan fyri einari serligari skipan fyri ungdómin. Mentamálaráðið hevur longu savnað avvarðandi partar, sum hava luttikið í tilgongdini, at finna eina loysn, sum øll kunnu liva við, men sum samstundis heldur seg innan altjóða krøv.

Til 4: Seinastu árini hava stórar og nógvar broytingar verið á maritima útbúgvingarøkinum. Maritimu skúlarnir hava higartil megnað at lyfta øllum teimum avbjóðingum, sum hava staðist av altjóða krøvum, og ongin orsøk er til at sáa iva um førleikan hjá skúlunum til eisini at megna hesa uppgávu.

Til 5: Bíðitíðin, um nøkur verður, veldst um, hvussu stór tilgongdin verður til skeiðið. Mett verður ikki, at skúlarnir ikki megna at nøkta tørvin.

Til 6: Kunngerðin hevur verið til hoyringar hjá Vinnuháskúlanum, Sjónámi, Sjóvinnustýrinum, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagnum, Føroya Reiðarafelag, Vinnuhúsinum og Fiskimannafelagnum.

Til 7: Tað er enn ikki avgjørt, hvat kostnaðurin fyri skeiðið skal verða. Sum nevnt undir spurningi 1, fer landsstýriskvinnan at kanna møguleikarnar fyri, at skeiðið verður ókeypis fyri øll ung.

Til 8: Spurningurin liggur uttan fyri málsøkið hjá Mentamálaráðnum og tí var spurningurin sendur Uttanríkiks- og vinnumálaráðnum at svara, ið síðan hevur svarað soleiðis:???Eftir føroyskari lóggávu hevur kravið um trygdarskeið altíð verið galdandi fyri øll, ið mynstra við einum fiskiskipi. Eingin munur er gjørdur á krøvunum til manningina sambært manningarskjalinum og teimum fólkum, sum mynstra útyvir manningarskjalið. Eingin ætlan er um at minka um krøvini soleiðis, at ungdómar kunnu sleppa undan kravinum um trygdarskeið. Grundgevingin fyri hesum er, at tað er púra vanligt í lóggávu um arbeiðaravernd at hava serlig fyrilit fyri ungdómi á arbeiðsmarknaðinum. Tí verður tað ikki mett at vera ein gongd leið, at áseta undantak frá trygdarskeiðnum fyri ungdómar, sum skulu til sjós. Nýggja kravið um trygdarskeiðið sambært STCW-F til manning á fiskiskipum er bert galdandi fyri ófulltiknar og fulltiknar dekkarar og motormenn. Sostatt eru tað bara hesir, sum skulu taka hetta nýggja skeiðið???.

Til 9: Kunngerðin varð lýst 11. november 2015 og kom i gildi dagin eftir 12. november 2015. Kunngerðin snýr seg um trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum og ásetir reglur fyri sjálvt skeiðið, mál, skipan, longd, upptøku, v.m. Skeiðið er ikki boðið út enn, men skal fyrireikast til tey, sum mynstra fyrstu ferð aftaná tann 1. januar 2017.

Til 10: Trygdarskeiðið er bert galdandi fyri tey, sum fyrstu ferð skulu mynstra við fiskiskipi aftaná tann 1. januar 2017.

Til 11: Spurningurin liggur uttan fyri málsøkið hjá Mentamálaráðnum og tí var spurningurin sendur Uttanríkiks- og vinnumálaráðnum at svara, ið síðan hevur svarað soleiðis: ???Kravið um longda trygdarskeiðið er altjóða krav sambært STCW-F sáttmálanum, sum Føroyar hava bundið seg til at fylgja. Sáttmálin ásetir krøv til innihaldið í skeiðinum, men einki um, hvussu leingi skeiðið skal vara, men er tað upp til limalondini at áseta???.

Til 12: Spurningurin liggur uttan fyri málsøkið hjá Mentamálaráðnum og tí var spurningurin sendur Uttanríkiks- og vinnumálaráðnum at svara, ið síðan hevur svarað soleiðis: ???Kravið um trygdarskeið er í føroyskari lóggávu tengt at kravinum um mynstring. Sambært § 1, stk. 1 í kunngerð nr. 2 frá 4. januar 1994 um mynstring er mynstringarskylda á øllum skipum á 20 BT ella meira, tó undantikið útróðrarfør á føroysku landleiðunum, sum reka heimaútróður og ætlandi ikki eru meiri enn 48 tímar heimanífrá???.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder