Ítróttur

Trygd høvuðsstuðul hjá kurvabóltinum

...

2017-05-17 17:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Trygd og Menningarsambandið fyri kurvabólt hava í dag skrivað undir samstarvsavtalu, har Trygd verðurhøvuðsstuðul hjá føroyskum kurvabólti. Trygd verður, sostatt við til at tryggja framhaldandi menningina, sumføroyskur kurvabóltur hevur havt seinastu tíðina, og verður ein sjónligur partur av okkara landsliði, sum hevurspennandi avbjóðingar fyri framman. Kurvabóltsmanslandsliðið skal nevnliga við til Oyggjaleikirnar í Gotlandi ísummar.

Trygd kappinginSum ein partur av avtaluni fer føroyska kurvabóltskappingini at eita Trygd kappingin. Kurvabóltsfinalan 2017verður spæld í Hoyvíkshøllini leygardagin 20. mai. Kvinnufinalan verður kl. 13.15 og mansfinalan kl. 15. 

Magnus Jakobsen, nevndarlimur í Menningarsambandinum fyri kurvabólt, fegnast um, at føroyskurkurvabóltur við hesum fær ein stinnan viðspælara. "Virðir Trygds ??? dugnasemi, eldhugi og framsøkni, eruvirðir, vit somuleiðis ynskja at umboða í okkara virksemi, soleiðis at okkara leikarar kunnu fullnýta síni evnir ogmøguleikar til fulnar," sigur Magnus Jakobsen. 

Janus Thomsen, stjóri í Trygd, er fegin um nýggja samstarvið. ???Føroyskur kurvabóltur hevur ment seg nógvseinastu árini og verður tað sera spennandi at fylgja teimum. Við nýggju samstarvsavtaluni ynskja vit at stuðlaframhaldandi menningini av ítróttargreinini. Sum høvuðsstuðul kunnu vit virka fyri at veita føroyskumkurvabólti enn betri umstøður til at skapa góð úrslit og góðar upplivingar fyri bæði áskoðarar og íðkarar,???sigur Janus Thomsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder