Vinna

Trygd hevði 8 mió. kr. í avlopi

...

2019-03-15 09:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 2018 var eitt gott ár hjá Trygd, sum umframt inntøkuvøkstur og menning av nýggjum tænastumeisini kundi hátíðarhalda 20 ár við fríari kapping á føroyska marknaðinum. Hóast góðu gongdinavar ársroknskapurin ávirkaður av einstøkum lutfalsliga stórum skaðum. 

???Tað gongur væl í Føroyum, og tað sæst aftur í talinum av ognum, ið verða tryggjaðar hjá okkum.Metstóra sølan av nýggjum bilum til vinnulív, privat húski og ferðavinnuna hevur jaliga ávirkan á okkarainntøkur, og tað sama er galdandi fyri gongdina á sethúsamarknaðinum. So hvørt sum ognirnar gerastfleiri og virðismiklari, verða endurgjøldini í sambandi við skaðar á bilar, hús og innbúgv samsvarandistørri. Einstakir skaðar kunnu tí hava stóra ávirkan á úrslitið. Hóast tað ikki er hugaligt, tá ið skaðarhenda, gevur tað okkum høvi til at hjálpa okkara viðskiftafólkum, sum eru komin illa fyri orsakað avskaðahendingum, og júst tað er kjarnin í okkara virksemi,??? sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd. 

20 ár við fríari kapping og nýggj trygging 

2018 var eisini merkt av, at Trygd kundi hátíðarhalda 20 góð ár við fríari kapping á føroyskatryggingarmarknaðinum.Trygd hevur staðið seg sera væl hesi tvey áratíggjuni, og felagið leggur segstøðugt eftir at menna nútímans tryggingar til viðskiftafólkini. Í fjør menti Trygd tryggingina Vistartrygd,sum er serliga snikkað til fólk, ið leiga bústaðin út til ferðafólk. Tryggingin er framvegis hin einasta avsínum slagi í Føroyum. ???Ferðavinnan er í støðugum vøkstri, og hetta síggja vit aftur í økta talinum avleigubilum, sum vit tryggja. Vit síggja tað eisini á tann hátt, at fleiri viðskiftafólk, sum leiga bústaðin útgjøgnum t.d. Airbnb, velja at tekna Vistartrygd til tess at fáa skipað viðurskifti,??? sigur Brian Smedemark. 

Samstarv við Landsverk um fyribyrging av ferðsluóhappum 

Í fjør byrjaðu Trygd og Landsverk nýtt samstarv, ið hevur til endamáls at fyribyrgja, at fólk verðaálvarsliga skadd ella doyggja í føroysku ferðsluni. Samstarvið fevnir um skráseting og gransking avferðsluóhappum, og í hesum sambandi kann Trygd við GPS-tøkni hjálpa Landsverki at bøta umtrygdina hjá teimum ferðandi á landsvegunum. Í Trygd verður hetta mett at vera ein sera týðandiuppgáva, og tí gevur felagið sítt íkast til fyribyrgjandi arbeiðið við at skráseta tey vegastrekki, harferðsluvanlukkur henda.

 Góð útlit fyri 2019 

Framtíðarvónirnar eru góðar, og leiðslan í Trygd væntar, at umsetningurin verður øktur nakað í 2019samanborið við 2018. Harða kappingin á føroyska tryggingarmarknaðinum fer helst at halda fram, ogfelagið væntar, at ársúrslitið fyri 2019 verður umleið 9-12 mió. kr. 

Ársroknskapurin í stuttum 

- Ársúrslitið áðrenn skatt var 8,2 mió. kr. samanborið við 14,6 mió. kr. í 2017.

 - ??rslitið eftir skatt var 6,7 mió. kr. samanborið við 12,0 mió. kr. í 2017. 

- Tryggingartekniska úrslitið var 8,7 mió. kr. samanborið við 14,3 mió. kr. í 2017.

 - Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 11,7 mió. kr. samanborið við 2017 og erunú 115,1 mió. kr. 

- Skaðaútreiðslurnar vóru 72,1 mió. kr. samanborið við 56,6 mió. kr. í 2017. 

- Endurgjaldsburturleggingarnar fyri egna rokning vóru 46,9 mió. kr. samanborið við 37,1 mió. kr.í 2017. 

- Skaðaprosentparturin hækkaði úr 59% í 2017 upp í 63%.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder