2017-03-03 08:36
Ársúrslitið hjá Trygd vísir eitt avlop á 0,3 mió. kr. eftir skatt. ??rslitið er serliga merkt av stóru
skaðaendurgjøldunum eftir ódnarveðrið í desember. Viðskiftafólkini hjá Trygd fingu samanlagt
30 mió. kr. í endurgjaldi fyri skaðar eftir jólaódnirnar.
Nógvir skaðar í 2016
2016 gjørdist eitt heldur serligt ár fyri Trygd. Gongdin fram til desember var serstakliga góð við øktum
virksemi og hækkandi inntøkum, men orsakað av ódnarveðri, eldsbrunum og øðrum stórum
skaðaendurgjøldum í jólamánaðinum kom brádlig vend tó í. Fleiri enn 1000 fráboðanir um skaðar kring alt
landið vórðu viðgjørdar eftir ódnirnar Urd og Barbaru, og tá ið avtornaði, fóru góðar 30 mió. kr. í endurgjaldi
aftur til viðskiftafólkini hjá Trygd.
???Kjarnin í tryggingarvirksemi er at verja seg móti stórum skaðum. Tískil eru vit fegin um at hava veitt okkara
viðskiftafólkum endurgjald, nú herviligu ódnirnar høvdu við sær stórar skaðar á sethús og vinnubygningar í
desember. Í so máta er tað gleðiligt at staðfesta, at skipanin við trygging og tilhoyrandi endurtrygging, riggar
eftir vild. Hóast stormskaðar ongantíð eru hugaligir, fegnast vit um at hava fingið høvi til at hjálpa,??? sigur
Janus Thomsen, stjóri í Trygd.
Fleiri viðskiftafólk og hægri inntøkur
Kjarnuvirksemið hjá Trygd royndist væl í 2016, og felagið stóð seg væl í kappingini á
tryggingarmarknaðinum. Nógv nýggj viðskiftafólk teknaðu tryggingar hjá Trygd, og tískil hækkaðu
inntøkurnar. Sum ein liður í miðvísa arbeiðinum at varðveita eitt dygdargott og kappingarført
tryggingarvirksemi legði Trygd seg eisini í 2016 eftir at menna nýggjar tænastur og tryggingar, sum
viðskiftafólkini spyrja eftir. Tað sæst harumframt aftur á talinum av biltryggingum hjá Trygd, at bilasølan í
Føroyum setti met í 2016.
???Teir óvanliga nógvu og stóru skaðarnir í desember órógvaðu eitt annars gott ár hjá Trygd. Hóast ársúrslitið
gjørdist verri enn væntað, fingu vit 0,3 mió. kr. í avlopi. Hetta eru vit fegin um, tí tað vísir, at grundleggjandi
raksturin er góður,??? sigur Janus Thomsen.
Orsakað av óvanliga høgu útreiðslunum í sambandi við skaðarnar í desember gjørdist tryggingartekniska
úrslitið -0,7 mió. kr. Í tryggingarhøpi verður tryggingartekniska úrslitið brúkt til at vísa úrslitið uttan
íløguavkast.
??tlit fyri 2017
Leiðslan væntar, at umsetningurin verður øktur nakað í 2017, og at harða kappingin á marknaðinum óivað
fer at halda fram. Inntøkurnar verða væntandi nakað hægri í 2017, og nettoúrslitið fyri 2017 verður væntandi
umleið 8 mió. kr.
Ársroknskapurin 2016 í stuttum
- Avlopið áðrenn skatt var 322.000 kr. samanborið við 7,9 mió. kr. í 2015
- Ársúrslitið eftir skatt var 264.000 kr. samanborið við 6,5 mió. kr. í 2015
- Tryggingartekniska úrslitið var -0,7 mió. kr. samanborið við 7,9 mió. kr. í 2015
- Bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum hækkaðu við 5,6 mió. kr. upp í 97,2 mió. kr.
- Inntøkurnar frá tryggingargjøldum fyri egna rokning hækkaðu við 2,9 mió. kr.
- Skaðaprosentparturin var 95,6% samanborið við 60,8% í 2015
- Eginognin hjá Trygd var 67,9 mió. kr. tann 31.12.2016
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald