2016-05-04 07:43
Í morgun komu Vilhelm Thorsteinsson og Høgaberg á Fuglafjørð við ávikavíst 1.200 og 1.500 tonsum av svartkjafti og um middagin kemur Fagraberg við 3.000 tonsum.
Vilhelm Thorsteinsson landar nú og í kvøld sleppir Fagraberg framat, tað plagar at taka eitt gott døgn at landa Fagraberg, so Høgaberg sleppir framat seint hóskvøldið at landa.
Vit tosaðu umborð á Fagraberg nú í morgun, teir vóru tá komnir í Nólsoyarfjørð áveg á Fuglafjørð, teir søgdu, at nú var svartkjaftakvotan hjá teimum øll fiskað. Skipið verður nú pussað upp og gjørt klárt til silda og makrelfiskiskapin, sum plagar at byrja fyrst í august.
Íslendska skipið Jón Kjartansson er ávegis til Ísland, hann er fullfermdur av svartkjafti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald