Ítróttur

Trý kurvabóltsfeløg í Føroyum

...

2015-09-12 15:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyskur kurvabóltir hevur fingið eitt felag afturat, og nú eru trý feløg í Føroyum. Nýggjasta felagið er úr Havn, og tað eitur Kurvabóltsfelagið Sporðdrekin.

Frammanundan eru kurvabóltsfeløgini Hamar (Havn) og Ravnur (Toftir).

Sporðdrekin hevur í løtuni bara manslið, men í framtíðini er ætlanin, at felagið skal verða umboðað við kvinnum og monnum í øllum aldursbólkum.

Nú trý feløg eru í Føroyum ber til at kappast, og har við eisini styrkja um landsliðið, sum fyri fyrstu ferð luttók á oyggjaleikum í Jersey í ár.

Skipað verður fyri FM-kapping millum Hamar, Ravn og Sporðdrekan í vetur.

Sporðdrekin ætlar eisini at skipa fyri opnum kappingum, har øll kunnu luttaka. Hesar kappingarnar skulu eftir ætlan økja áhugan fyri kurvabólti í Føroyum.

Formaður í Sporðdrekanum er Magnus Jakobsen, og hann sigur, at føroyskur kurvabóltur nú hevur nógv størri møguleikar fyri menning.

- Trupulleikin hevur øll árini verið, at eingin skipað kapping hevur verið. Nú ber tað til, og vit vóna, at fleiri feløg fara at leggjast afturat kring landið, sigur formaðurin í nýggjasta kurvabóltsfelagnum í Føroyum.

Venjingarnar hjá Sporðdrekanum eru á Argjahamri.

Áhugað kunnu lesa meira á facebooksíðuni hjá felagnum. Leita eftir ???sporðdrekin???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder