JN

Trý fólk handtikin í Fuglafirði

...

2015-08-24 22:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í samband við, at Náturugripasavnið í dag skuldi seta sendarar á 7 grindahvalir, gjørdi trý fólk við tilknýti til Sea Shepherd eina roynd at órógva hetta arbeiði. Tey vórðu tí øll trý handtikin av løgregluni.

Tey handtiknu eru ein 25 ára gamal maður og tvær kvinnur sum eru ávíkavist 24 og 31 ára gamlar. Tey handtiknu koma frá Kanada, USA og Fraklandi

Tey handtiknu verða skuldsett fyri brot á grindalógina.

Politiið hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder