Ítróttur

Trý B1-venjaraskeið í januar

...

2014-01-03 20:05 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Fyrsta skeiðið verður í Gundadali í Havn 17. ??? 19. januar, annað skeiðið verður eftir ætlan í Leirvík 24. ??? 26. januar, meðan triðja B1-venjaraskeiðið verður í Trongisvági á Tvøroyri vikuskiftið 31. januar til 2. februar 2014.


Venjaraskeiðini eru treytað av nóg góðari undirtøku, og er tørvur á fleiri skeiðum, vegna góða undirtøku, er møguleiki fyri tí.

Endamál/innihald:
B1-venjaraskeiðið er byrjunarskeið hjá teimum, ið ætla at útbúgva seg á venjaraøkinum.

B1 er eisini ætlað foreldrum og leiðarum, sum á ymiskan hátt ynskja at hjálpa til í felagnum, við eitt nú venjing av yngri børnum.

Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum.

Tey, sum hava tikið B1-venjaraskeið, hava rætt til at luttaka á B2-skeiðnum, sum verður vikuskiftini 14. ??? 16. og 21. - 23. februar 2014.

Evni, sum verða viðgjørd á B1-skeiðnum, eru m.a.:
???Fótbóltur, foreldur og felag
???Leikarin/barnið
???Venjing og dystur
???Venjarin/ungdómsleiðarin
???Fyrsta hjálp og fótbóltsskaðar
???Eitikkur og virðisgrundarlag

Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100 prosent. Byrjað verður fríggjadag kl. 18 og skeiðið endar sunnudag kl. 17.

Upptøkutreytir:
Luttakarin skal vera 15 ár ella eldri.

Luttøkugjald:
Kostnaðurin fyri skeiðið er 1.000 krónur. Íroknað kostnaðin er frálærutilfar og kostarhald.

Tó er B1-venjaraskeiðið ókeypis fyri kvinnur.

Tilmelding:
Áhugaði kunnu útfylla tilmeldingarskjalið niðanfyri og senda tað til [email protected].

Kvittan fyri goldið luttøkugjald eigur at fylgja við.

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 13. januar 2014.

Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Petur Simonsen, [email protected] ella á tel. 29 19 77.

Tilmeldingarskjal (Word)

Tilmeldingarskjal (pdf)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder